Ein glotti hjá KOKS

Poul Andrias Ziska, kokkur í KOKS, frammanfyri matstovuna

Poul Andrias Ziska, kokkur í KOKS, frammanfyri matstovuna

Tað hevur sæð svart út hjá KOKS at sleppa at halda fram við virkseminum Frammi við Gjónna við Leynavatn, men nú hómast ein glotti.

Í útvarpstíðindunum hjá Kringvarpinum upplýsti Henrik Møller, formaður í Yvirfriðingarnevndini, at advokaturin hjá KOKS, hevur vegna festibóndan biðið um, at økið, har skúrurin sum KOKS brúkar sum køk stendur, verður undantikið friðingina í økinum.

Um Yvirfriðingarnevndin fer at hyggja at málinum merkir tað, at KOKS mest sannlíkt kann halda fram til ein nýggj niðurstøða er gjørd í málinum, upplýsti Henrik Møller fyri Kringvarpinum. Og tann viðgerðin kann sambært formanninum taka nakrar mánaðir, tí neyðugt er við hoyringum í málinum.

Málið um KOKS hevur vakt almennan ans. Nærum 3.000 persónar hava skrivað undir eitt mótmæli á netinum, har heitt verður á myndugleikarnar at broyta avgerðina hjá Yvirfriðingarnevndini, meðan fleiri almennir persónar alment hava mótmælt avgerðina.

Poul Andrias Ziska, kokkur í KOKS, frammanfyri matstovuna