Ein lætti hjá foreldrum við fleiri børnum í Hvalba

Tey skulu ikki longur rinda so nógv fyri børnini

 

 

Hvalbingar hava nýggjan barnagarð - og nú verður tað bíligari hjá nøkrum foreldrum

Hvalbingar hava nýggjan barnagarð - og nú verður tað bíligari hjá nøkrum foreldrum

Nú verður bíligari hjá barnaríkum familjum í Hvalba og í Sandvík. Bygdaráðið hevur havt fund og har varð nevniliga samtykt, at lækka prísin fyri at hava børn í vøggustovu, í barnagarði og í frítíðarskúlanum. Prísurin fyri at hava eitt barn í vøggustovu, er 1.800 krónur um mánaðin, prísurin fyri at hava eitt barn í barnagarði, er 1.700 krónur um mánaðin og prísurin fyri at hava eitt barn í frítíðarskúlanum, er 1.000 krónur um mánaðin. 

Men hevur ein familja fleiri børn í barnagarðinum, fáa tey 25 prosent í avsláttri fyri annað barnið, og tey fáa 50 prosent í avsláttri fyri triðja barnið.

Men Janus Thomsen, borgarstjóri í Hvalba, sigur, at nú hevur bygdaráðið samtykt, at eingin skal rinda fyri meiri enn tvey børn. Hereftir verður tað sostatt ókeypis fyri tað triðja barnið.

Hvalbingar hava nýggjan barnagarð - og nú verður tað bíligari hjá nøkrum foreldrum