Roynið at finna semju

Tað segði dómarin í rættarmálinum millum Óla Jacobsen og Føroya Fiskimannafelag eftir, at sakarmálið var av.

Tað segði dómarin í rættarmálinum millum Óla Jacobsen og Føroya Fiskimannafelag eftir, at sakarmálið var av.

 

Longu áðrenn sakarmálið byrjaði, royndi domarin at heita á partarnar um at royna at finna eina semju í málinum.

 

Tað gekk eisini ein løta, áðrenn sakarmálið byrjaði, meðan tosað var um hesa loysn, mentað gekk kortini ikki long tíð, áðrenn tað var avgreitt. Mett var ikki, at nøkur semja kundi finnast.

 

Eisini eftir, at málið var liðugt viðgjørt í rættinum, nýtti dómarin høvið at heita einaferð enn á partarnar um at royna at finna eina semju í málinum.

 

Tað kann jú fara at kosta nógv, um partarnir skjóta mín úrskurð inn fyri hægri rætt, segði dómarin.

 

Hann kunngjørdi, at dómurin verður sagdur 4. januar.