Ein myrking

Hans Marius Ejdesgaard(1887-1966) ættaður úr Oyndarfirði skrivaði leikin “Ein myrking”. Hann er prentaður í sekstan brotum í “Føroya Socialdemokrati” í 1937, frá 10. apríl til 24. juli. Sama ár kom hann út savnaður í bók.

 

Umframt henda leikin skrivaði Hans Marius skaldsøguna ”Hitt ævinliga gonguverkið”, 1952, søgusavnið ”Lívsins rættur”, 1953. Í 1962 kom út bókin “Ein stjørna er tendrað” - umframt tvær stuttsøgur finna vit í henni skaldsøguskitsuna, ið givið hevur bókini navn.

 

Leikurin ”EIN MYRKING” er, tað vit vita, framførdur í Miðvági (1937) og í Havn (1957). Í báðum førum vóru tað tilkomnir næmingar, ið vóru á palli – í 1957 varð vitjað úti á bygd, og leikurin varð eisini sendur sum ljóðmynd í útvarpinum.

 

Viðmerkingar eru skrivaðar til henda leikin eins og til allar hinar í røðini.

 

Árni Dahl valdi tekstir, skrivaði viðmerkingar og legði til rættis.

 

Bárður Jákupsson sniðgav forsíðu. William Heinesen gjørdi skreytmynd.

 

Leikrit 30 er 104 síður. Forlagið Fannir gevur út.