Ein nýmótans Akraberg um tvey ár

Í gjárkvøldið undirskrivaði Akraberg FD10, sum er eitt felag hjá Framherja, sáttmála um at byggja nýggjan Akraberg í Brattvågen í Norra. Talan er um eitt sera nýmótans skip

Akraberg, tá ið hann var reyður á liti

Akraberg, tá ið hann var reyður á liti

– Trolarin verður liðugur 30. juni 2022, sigur Anfinn Olsen, reiðari.

Nýggi trolarin, sum kemur í flotan fyri verandi Akraberg og fær kvoturnar hja honum, verður 84 metrar langur og knappar 17 metrar breiður.

Kostnaðurin verður góðar 500 milliónir norskar krónum. Norska krónna er veik í løtuni, so 500 milliónir norskar eru 317 milliónir danskar.

Trolarin verður 84 metrar langur og 17 metrar breiður. Verandi Akraberg er góðar 78 metrar langur og 14 metrar breiður.

Nýmótans skip

Nýggja skipið fer at lasta 955 tons á platti. Tað er nakað meira enn verandi skip, sum lastar 910 tons.

Nýggja skipið skal kunna gera súrløgu umborð. Allur fráskurðurin verður sostatt tikin og seldur til Havsbrún at brúka til alifóður.

– Verandi Akraberg klárar at hava um 400 tons av súrløgu, meðan nýggja skipið fer at klára at hava 550 tons. Tað merkir, at vit nú fara at klára at taka alt heimaftur við, og einki verður blakað út aftur, sigur Anfinn Olsen.  

Verandi Akraberg hevur havt skipanina við súrløgu í fimm ár.

Nýggi Akraberg fer eisini at hava ein tanga umborð, har livandi fiskur kann svimja.

– Hetta er gott, um skipið ger stór hál. Vanliga kann fiskurin strongjast, men um hann sleppur at svimja í tanganum, so verður strongdin ikki so stór, og vit vænta at fáa betri góðsku, sigur Anfinn Olsen.

Framleiða streym

Nýggi Akraberg verður meira nýmótans á fleiri økjum. Hann skal kunna fiska við trimum trolum, meðan verandi klárar við tveimum.

Spølini vera elektrisk, og tey skulu eisini framleiða streym.

– Tá ið trolið verur skotið avstað, savnar tað orkuna inn í eitt battarí. Á hendan hátt fara vit at spara orku. Skipið verður tí væntandi eisini friðarligari, tá ið tað fer at liggja við kai, sigur Anfinn Olsen.

Oljunýtslan verður minni, væntandi millum 12 og 14 prosent minni.

Nógv orka løgd í

Skrokkurin á nýggja skipinum verður bygdur í Rumenia, síðani sleipaður til Norra, har hann verður gjørdur liðugur.

Nýggi trolarin skal fiska botnfisk og rækjur.

Rækjuverksmiðja er eisini umborð á verandi Akrabergi, men tann nýggja verður meir nýmótans, har til ber at skilja og kóka og sostatt hækka virði umborð.

Akraberg er í løtuni á rækjuveiðu í russiskum sjógvi.

– Vit hava lagt nógva orku í hetta at fáa eitt nýmótans skip. Nú gleða vit okkum til skipið kemur, sigur reiðarin.

Akraberg, tá ið hann var reyður á liti