Ein óskikkur at geva børnum ov nógv nøvn

Navnalógin skal broytast, so hjún kunnu hava sama millumnavn og eftirnavn. Broytingaruppskotið var til fyrstu viðgerð í tinginum í dag

Frimodt Rasmussen, tingmaður (Mynd: Tingvarpið)

Frimodt Rasmussen, tingmaður (Mynd: Tingvarpið)

Sum nú er, ber ikki til hjá einum hjúnum at fáa sama millumnavn og eftirnavn. Um til dømis maðurin eitur Joensen og konan Berg, kann maðurin eita Berg Joensen, men konan Joensen Berg - tey kunnu ikki eita tað sama.

Helgi Abrahamsen, landsstýrismaður, hevði lagt uppskot fyri Løgtingið um at broyta navnalógina hesum viðvíkjandi, og í dag var uppskotið til fyrstu viðgerð í tinginum.

Út frá tí sum varð sagt av tingsins røðarapalli tykist uppskotið fáa góða undirtøku. Frimodt Rasmussen úr Sambandsflokkinum segði seg annars halda, at tað er ein óskikkur í Føroyum at geva so nógv nøvn, og at hann tekur synd í børnum, sum eita fleiri eftirnøvn.

Ingilín D. Strøm úr Javnaðarflokkinum vísti á tað óhepna í, at við verandi lóg noyðist annar persónurin í hjúnalagnum mestsum at geva avkall upp á sín samleika og familjusøgu. Hon heldur, at lógarbroytingin fer at gera lógina meira nútíðarhóskandi.

Ruth Vang úr Framsókn helt fyri, at hetta mundi vera tað mest liberala uppskotið, sum er komið frá samgonguni higartil. Hon vísti á, at navnalógin eisini hevur eina uppgávu, tá tað ræður um føroyska málið.

Uppskotsstillarin Helgi Abrahamsen segði, at nógvir borgarar eru komnir við áheitan um at broyta hendan partin av lógini um fólkanøvn. Hann nevndi dømi um ein persón, sum hevði eitt millumnavn og eitt eftirnavn, har konan setti eina bindistriku ímillum, so hon eisini fekk tað sum eitt langt eftirnavn.

Helgi Abrahamsen vísti eisini á, at tað fylgja nøkur rættindi við eftirnøvnum, men at tað sama ikki er galdandi fyri millumnøvn. Hann segði, at hetta er ikki nakað stórt mál, men at tað treingir til at verða dagført.

Málið varð koyrt í Rættarnevndina, sum skal vera liðug við sína viðgerð av tí í seinasta lagi 2. apríl.

Frimodt Rasmussen, tingmaður (Mynd: Tingvarpið)