Tað var ein, sum spákaði framvið, ið sá tóma barnavognin og spor í kavanum oman móti sjónum. Mynd: Ronald Johansen/Tromsø.

Ein syrgilig hending í Tromsø

Norska løgreglan kannar nú eitt mál sum drápsmál, har ein mamma verður mett at hava ábyrgdina av, at hon og tríggjar døtur endaðu á sjónum.

 

Tað var ein, sum spákaði framvið, ið sá tóma barnavognin og spor í kavanum oman móti sjónum. Mynd: Ronald Johansen/Tromsø.

 

Seinnapartin í gjár fór ein ógvuliga syrgilig hending fram í Tromsø í Noregi. Ein tómur barnavognur var komin at standa dygst við sjóvarmálan, og spor vóru í kavanum og oman móti sjónum.

Tá løgreglan varð boðsend, og umstøðurnar vórðu kannaðar nærri, vísti tað seg, at ein ung mamma og tríggjar døtur hennara vóru endaðar á sjónum. Tá tey vórðu funnin av bjargingarfólki, vóru øll fýra lívleys.

Mánakvøldið bórust tíðindini um, at lívbjargandi fyrstahjálp hevði fingið trý av fýra aftur til lívs, men at ein av gentunum var deyð, samstundis sum hini trý - mamman og tvær døtur - framvegis vóru í lívsvanda.

Seinni mánakvøldið varð tó staðfest, skrivar VG, at mamman eisini er deyð.

Løgreglan kannar málið sum drápsmál og drápsroynd, har mamman helst hevur ábyrgdina av, at øll fýra endaðu á sjónum. VG skrivar í kvøld, at mamman, sum var í 20-unum, hevði verið uppi í roynd í norskum fáar tímar, áðrenn syrgiligi tilburðurin fór fram.

Løgreglan vísir á, at tey fýra, sum vóru í aldrinum eitt til seks ára gomul, vórðu funnin lívleys einar 8-10 metrar úr landi.

Higartil eru mamman og elsta dóttirin deyðar, meðan tær báðar yngru døturnar liggja á Ríkissjúkrahúsinum í Oslo, og tær eru framvegis í lívsvanda eftir tilburðin. Øll fýra vóru rættiliga niðurkøld, tá tey vórðu funnin á sjónum.

Pápin til børnini er avhoyrdur, og sambært VG upplýsir norska løgreglan, at tey fara at gera fleiri avhoyringar. Upprunaliga er familjan úr Sudan. Pápin kom til Noregs í 2015, og mamman kom tvey ár seinni. Eingin teirra hevur áður verið í klutur við løgreglu.

 

 

Tað var ein, sum spákaði framvið, ið sá tóma barnavognin og spor í kavanum oman móti sjónum. Mynd: Ronald Johansen/Tromsø.