Ein tann størsti oyðarin í verðini skal nú fáa betri frið í Føroyum

Hetta er meiri alvorligt, heldur Henrik Old, løgtingsmaður

 

 

Hetta er meiri alvorligt tí ravnur er ein tann størsti oyðarin í verðini.

Tað heldur Henrik Old, løgtingsmaður fyri Javnaðarflokkin.

Løgtingið viðger eitt uppskot um at avtaka aldargomlu lógina um at oyða pisurnar hjá Ravni.

Helgi Abrahamsen, landsstýrismaður í Umhvørvismálum, sigur, at hetta er ein lóg, sum ikki er brúkt í nógv ár. Tí kann hon akkurát tað sama avtakast, tí tað er eingin grund til at hava eina lóg, sum ikki verður brúkt.

Hinvegin vísir hann eisini á, at annars er tað loyvt at skjóta Ravn alt árið

Henrik Old er ikki heilt samdur, tí hann sigur, at Ravnur er skaðafuglur burtur av og – saman við skúgvi, hevur hann oytt allan heiðafuglin í Føroyum.

Hann vísir á, at fyri eini hálvari øld síðani uddi við heiðafugli av øllum handa slagi, men nú er heiðafuglur ikki til at fáa eyga á, og hann ivast ikki í, at tað er ravnurin, og skúgvurin, sum hevur oytt hann.

– Tað er eingin ivi um, hvar heiðafuglurin er farin, tí har teir fáa fótin fyri seg, hvørvur alt annað, sigur Henrik Old.

– Tað er rættiliga tómligt at fara sær ein túr í hagan, og ikki síggja ein tann einasta heiðafugl tí at ravnurin og skúgvurin hava gjørt av við hann, leggur hann afturat

Eftir gomlu lógini um at oyða pisuna hjá ravni, skuldi ein eftirlitsmaður setast at oyða pisurnar.

Henrik Old sigur, at heldur enn at geva ravni og skúgvi betri frið, kundi tað verið eitt fínt arbeiði hjá einum pensjónisti at havt, at verið eftirlitsmaður í sambandi við ravnin. 

– Halda vit ikki talið á ránsfugli niðri, gera teir enda á heiðafugli, og øllum øðrum fugli, sigur Henrik Old.

– Fyrr fingu fólk fimm krónur í virðisløn fyri hvønn ravn tey skutu, og tá ið tíðini kundi tað vera eitt fitt ískoyti til húsarhaldið.

– Nú á døgum eru tað summi, sum tvíhalda um, at vit skulu ikki fornerma nakran, heldur ikki ravnin og skúgvin. Men avleiðingin av tí, er, at allur annar fuglur er avoyddur, tað skulu vit bara gera okkum greitt, sigur Henrik Old.