Einans 28 fosturtøkur í Føroyum í fjør

Nú er talið á fosturtøkum bara ein brotpartur av tí tað var fyri 30 árum síðani

Í  fjør vórðu einanas 28 fosturtøkur framdar í Føroyum og sostatt var talið á fosturtøkum umleið tað sama í fjør, sum tað hevur verið hesi seinastu fimm árini. Hesi seinastu fimm árini hava fosturtøkurnar verið 24 í miðal um árið, sigur Hagstovan, sum hevur gjørt tølini upp.

##med2##

Tá ið talið á fosturtøkum var størst í seinni helvt í 1980-unum, vórðu einar 80-85 fosturtøkur í Føroyum um árið.

Fyrru helvt av nítiárunum minkaði tað niður móti 60 fosturtøkur um árið og seinnu helvt avnítiárunum minkaði tað niður um 50 fosturtøkur um ári. Eftir aldarskiftið fór talið niður ímóti 40 og síðani minkaði tað niður á 30 um árið og hesi seinastu árini er tað komið niður á 24 fosturtøkur í miðal um árið.

– Hóast tølini eru smá og tí kunnu sveiggja nógv frá ári til ár, er gongdin greið sigur Hagstovan. Og tann gongdin er, at talið á fosturtøkum hevur verið alsamt minkandi - eisini tá ið talið á fosturtøkum verður sett upp ímóti til talið á børnum, sum verða fødd. 

Sostatt eru fosturtøkurnar nú bara ein triðingur av tí tær vóru í tali fyri góðum 30 árum síðani, sigur Hagstovan.

##med3##

Uppgerðin hjá hagstovuni vísir, at tað serliga eru alsamt nógv færri ungar kvinnur undir 25, sum fáa fosturtøku og tað eru eisini færri kvinnur í teimum eldru aldursbólkunum, yvir 29 ár, sum fáa fosturtøku.

##med4##

Hagstovan sigur, at tað er bara í Póllandi, at tað eru færri fosturtøkur í Føroyum aftur ímóti talinum á børnum, sum verða fødd.

Hagstovan sigur, at verður hugsað um talið á fosturtøkum fyri hvørji 1.000 børn, sum verða fødd, er tað bara í Póllandi, at tað eru færri fosturtøkur enn í Føroyum, men har er fosturtøkur bannaðar undir øllum umstøðum.

Annars eru umleið átta ferðir so nógvar fosturtøkur í hinum Norðurlondunum sum í Føroyum og umleið 10 ferðir so nógvar eru í Eystureuropa og Russlandi.