Eingi fingramerki á brævbjálvanum

Tom Hagen hevur sagt, at hann fann hóttanarbrævið í einum hvítum brævbjálva, men tað undrar løgregluna, at tey ikki hava funnið hansara fingramerki á brævbjálvanum.

 

 

 

 

Sambært upplýsingum, sum VG hevur, ivast norska løgreglan í, um hóttanarbrævið, sum lá í heiminum í Lørenskog, tá Anne-Elisabeth Hagen var horvin, nakrantíð hevur ligið í brævbjálvanum, soleiðis sum maður hennara, miljarderurin, Tom Hagen, hevur greitt frá, at tað gjørdi. Sum skilst, er tað ein partur av samlaða próvgrundarlagnum hjá løgregluni, at Tom Hagen eingi fingramerki eigur á brævbjálvanum. Men, verjin hjá miljarderinum, Svein Holden, heldur, at tað hevur null próvvirði, at eingi fingramerki hjá Tom Hagen eru á brævbjálvanum. 

VG hevur verið í samband við fleiri kriminalteknikarar um vantandi fingramerkini. Hesir siga, at stór óvissa ræður um slíkt, og at løgreglan eigur at vera ógvuliga varin við at tulka týdningin av hesum. 

- Tú kanst ikki brúka vantandi fingramerki sum vís prógv fyri, at Tom Hagen ikki hevur hildið á brævbjálvanum. Hann kann eins væl hava havt brævbjálvan í hondini, tó at hansara fingramerki ikki kunnu staðfestast her. Hetta er ein spurningur um, hvussu fast hann hevur tikið í brævbjálvan, hvussu hann hevur tikið í hann - og um hann hevur verið sveittur um fingrarnar, sigur Per Angel, fyrrverandi kriminalteknikari og leiðarari í ástaðarbólki í Kripos í Noregi.

Norska løgreglan heldur, at bústaðurin hjá Hagen-hjúnunum í Lørenskog er ástaðið, har brotsverkið móti Anne-Elisabeth Hagen er framt, og løgreglan heldur eisini, at ástaðið er "tilgjørt", soleiðis at tað skal síggja út, sum ríkmanskonan er rænd við fíggjarligum endamáli - alt fyri at fjala útyvir eitt tilætlað dráp, sum tey halda, at maður hennara, Tom Hagen, hevur ábyrgdina av. Sjálvur noktar miljarderurin seg sekan í brotsgerðini og hevur sagt, at hann heldur, at kona hansara er rænd.

Tá Tom Hagen feigdardagin hin 31. oktober í 2018 kom heim til tómt hús, fann hann hvíta brævbjálvan liggjandi á einum reyðum stóli í gongini. Hann tók brævbjálvan upp og sá, at her eisini lógu fleiri av persónligu ognarlutunum hjá konu síni, eitt nú hjúnarringurin.

VG veit at siga, at Tom Hagen hevur greitt løgregluni niður í smálutir frá um brævbjálvan, sum hann eftir øllum at døma tók við sær inn í stovuna. Brævbjálvin var ikki límaður aftur, men bara brettur saman. Hann hevur greitt løgregluni frá, at hann skjótt sá álvarsemi í brævinum, tá fyrsti setningur ljóðaði: "Vit hava konu tína, Anne-Elisabeth..."

Verjin hjá miljarderinum, Svein Holden, hevur áður sagt, at Tom Hagen hevur eitt alibi - ella fráveruprógv, og verjin heldur eisini, at prógvini hjá løgregluni í málinum eru veik. - Eg kann ikki gera viðmerkingar til prógvini, men sum heild kann eg siga, at vantandi fingramerki hava nærmast null próvvirði, sigur Svein Holden við VG.

Tað var klokkan 14.10 hin 31. oktober í 2018, at Tom Hagen ringdi til løgregluna, og tá hann løtu seinni møttu løgregluni við eina bensinstøð í nærumhvørvinum, hevði hann hóttanarbrævið við sær, meðan hann læt brævbjálvan liggja eftir við hús. Í hóttanarbrævinum varð kravt, at Tom Hagen betalti ránarunum níggju miljónir evrur í loysigjaldi í kryptuvaluta'ini monero. Um hann ikki betalti, fór kona hansara at vera dripin. Eftir hetta skuldu partarnir sambært hóttanarbrævinum bert samskifta við kotuboðum í kryptovaluta'ini bitcoin.

Undir avhoyringum hevur Tom Hagen sambært VG sagt, at hann las brævið ígjøgnum, men hann las tað ikki gjølliga. Hinvegin las hann gjølliga sonevnda bitcoin-uppleggið, sum í hóttanarbrævinum er á síðu tvey og trý. Men, júst á hesum báðum síðunum finnast sambært VG heldur eingi fingramerki av Tom Hagen. Fingramerkini hjá miljarderinum eru bara funnin á tveimum av teimum fýra síðunum, og hetta heldur løgreglan sambært VG vera undrunarvert.