Eingi revsitiltøk móti Grønlandi og Íslandi

ES mælir til, at Ísland og Grønland gerast partur av makrelavtaluni, sum er millum ES, Noreg og Føroyar.

 

 

 

Tað er í løtuni einki, sum bendir á, at ES-nevndin fer at taka nøkur ógvuslig stig móti Íslandi og Grønlandi, tó at stjórnirnar í hesum londum hava ásett sær sjálvum stórar kvotur av makreli fyri 2019.

Sermitsiaq veit at siga, at tá fundur var í fiskivinnunevndini hjá ES herfyri, vóru ongar hóttanir um stongsul ella onnur revsitiltøk, sum ES kundi sett í verk móti Íslandi og Grønlandi.

Danski næstformaðurin í fiskivinnunevndini hjá ES, Søren Gade, er eisini av hesi áskoðan eftir fundin í nevndini herfyri.

Á fundinum vóru ongar hóttanir, men formaðurin, Chris Davies, legði upp til, at Ísland og Grønland gerast partur av makrelavtaluni saman við ES, Noregi og Føroyum. - Tað var ein góður tóni á fundinum í fiskivinnunevndini, staðfestir Søren Gade, sum Sermitsiaq hevur skift orð við.