Ein tómur barnavognur og fótaspor í kavanum oman móti sjónum vaktu illgruna hjá persóni, sum gekk framvið.

Eingi tekin um likamligan harðskap

Nú líkskurður hevur verið av sjey ára gomlu gentuni, sum doyði í syrgiliga tilburðinum í Tromsø, er greitt, at gentan er druknað.

 

Ein tómur barnavognur og fótaspor í kavanum oman móti sjónum vaktu illgruna hjá persóni, sum gekk framvið.

 

Í syrgiligu hendingini í Tromsø í Noregi mánadagin, tá móður og sjey ára gamla dóttirin doyðu, og tvey yngri børn og systkin framvegis liggja á Ríkissjúkrahúsinum í Oslo, er nú greitt, at hin sjey ára gamla gentan druknaði. 

Nú fyriliggur úrslitið av líkskurðinum av hini sjey ára gomlu, og kanningarnar vísa, at gentan druknaði. Deyðsorsøkin er niðurkøling og drukning. Hinvegin eru eingi tekin um, at gentan hevur verið fyri likamligum harðskapi.

Tað var seint seinnapartin mánadagin, at ein persónur, sum gekk eftir vegnum fram við sjóvarmálanum, sá ein tóman barnavogn og fótaspor í kavanum oman móti sjónum. Viðkomandi gjørdist órógvaður og boðaði løgregluni frá.

Tá leiting varð sett í verk, varð skjótt funnið út av, at talan var um eina unga mammu við trimum børnum, sum var endað í kalda sjónum, einar 8-10 metrar úr landi. Tá tey fýra vórðu funnin og fingin upp úr sjónum, vóru bæði mamma og børn køld og lívleys.

Seinni um kvøldið varð staðfest, at mamman og sjey ára gamla dóttir hennara vóru deyðar. Hini bæði børnini, sum eru ávikavist fýra og hálvt annað ára gomul, liggja á Ríkissjúkrahúsinum í Oslo, og tey eru sambært norsku løgregluni framvegis í lívsvanda.

Norska løgreglan, sum hevur gjørt kanningar og avhoyringar í málinum, stúrir fyri, at talan er um dráp og drápsroynd, men tað ber sjálvsagt ikki til at reisa ákæru móti einum menniskja, sum ikki er á lívi.

Í morgin - fríggjadagin - verður líkskurður av mammuni. Pápin var til arbeiðis, tá syrgiliga hendingin fór fram, og sambært norska kringvarpinum - NRK - er pápin ikki undir illgruna fyri at hava nakað við hendingina at gera.

Norska løgreglan hevur gjørt umleið 30 vitnisavhoyringar í málinum, og NRK skrivar, at løgreglan fer at gera fleiri avhoyringar aftrat teir næstu dagarnar. - Vit vilja vita mest møguligt um familjuviðurskiftini, sigur norska løgreglan.

Familjan í Tromsø, sum er rakt av hesi ræðuligu hending, hevur sín uppruna úr Sudan.

Ein tómur barnavognur og fótaspor í kavanum oman móti sjónum vaktu illgruna hjá persóni, sum gekk framvið.