Eingin deyður av korona í Damark seinasta samdøgrið

Annan dagin á rað er eingin deyður av korona í Danmark

Annan dagin á rað er eingin deyður av korona í Danmark. Mynd: Scanpix

Annan dagin á rað er eingin deyður av korona í Danmark. Mynd: Scanpix

Annan dagin á rað og fyri triðju ferð í hesi vikuni er eingin deyður av korona í Danmark. Tað vísar nýggjastu tølini hjá Statens Seruminstitut.

Sostatt er talið av teimum, ið eru deyð av korona í Danmark, framvegis 561.

At eingin er skrásettur deyður av korona síðani í gjár, merkir tó ikki við vissu, at eingin er deyður av hesum seinasta samdøgrið, tí tað kunnu vera seinkingar í skrásetingini, sigur Statens Seruminstitut.

Koronavirus er ikki við vissu deyðsorsøkin hjá teimum 561, sum eru skrásett deyð av korona, hóast tey telja við í uppgerðini. Mannagongdini er nevnliga hon, at øll sum eru deyð innan fyri 30 dagar eftir, at tey eru testað positiv, telja við í uppgerðini.

 

 

Annan dagin á rað er eingin deyður av korona í Danmark. Mynd: Scanpix