Eingin eftirskúli á Tvøroyri á hesum sinni

Mentamálaráðið metir, at ov fáir umsøkjarar eru til skúlan

Nýggi eftirskúlanum á Tvøroyri byrjar ikki sum ætla hetta skúlaárið. Tað boðar stýrið fyri eftirskúlan frá á facebook-síðuni hjá skúlanum. Orsøkin er, at áhugin er ov lítil fyri nýggja skúlanum.

- Vit á Føroya eftirskúla eru tíverri noydd at upplýsa, at eftirskúlin ikki hevur fingið nokk av umsøkjarum at byrja í august 2019, sambært treytunum frá Mentamálaráðnum. Vit eru hørm um hetta, tí vit høvdu glett okkum til eitt spennandi og øðrvísi skúlaár á Tvøroyri, skrivar stýrið.

Stýrið hevur áður eisini søkt eftir stjóra til skúlan uttan at nakar er settur, men í kvøld verður boðað frá, at man skjótt ætlar at søkja eftir stjóra av nýggjum. Og hóast grundarlag ikki var fyri at byrja eftirskúlan nú, so er ætlanin ikki slept.

- Vit arbeiða víðari, tí grundarlagið er komið, og skjótt verður søkt eftir stjóra. Vit fara at taka ímóti umsóknum til skúlaárið 2020/21 fyrst í komandi ári. Áhugaði eru vælkomin at søkja aftur tá, skrivar Stýrið fyri eftirskúlan.