Eingin fekk skaða tá ið bussur fór útav

Annars hevur løgreglan havt nógv at gera, men talan hevur verið um smáttarí

 

 

Tað vóru ring koyrilíkindi í gjár við bæði kavaroki og nógvum vindi. Og í tí sambandi fór ein bussur hjá Bygdaleiðum út av á landsvegnum oman fyri Syðrugøtu.

Løgreglan sigur, at bussurin fór á glið, og samstundis varð hann tikin av tí nógva vindinum. Av tí sama fór hann út av vegnum. Men tíbetur fór hann niðan av, so tað var púra slætt, har hann fór út av.

Tað vóru átta fólk í bussinum, men tey fingu ongan skaða og vórðu tikin upp av øðrum bilum.

Bussurin sjunkaði nakað, og tey fingu hann ikki upp aftur beinanvegin, men tað verður heldur ikki mett, at hann fekk nevnivert av skaða.

Seinnapartin í gjár fekk løgreglan eisini fráboðan um, at eldur var í einum húsum í Havn. Sløkkiliðið varð sent á staðið, men tað vísti seg, at talan var ikki um eld sum so. Men húsfólkið hevði sett okkurt á komfýrin, tað elvdi til so nógvan royk, at tey hildu, at eldur var í, og húsini fingu eisini eitt sindur av roykskaða, sigur løgreglan.

Annars var nógv fólk í býnum, og løgreglan hevur koyrt nógv fólk til hús, tí tey kláraðu seg ikki sjálvi. Nakrar ferðir var eisini lagt upp til bardaga, men fleiri løgreglufólk vóru í býnum, og tey fingu byrgt fyri, at álvari varð burtur úr.