Eingin jólahugni hjá Lions Club í ár

Ikki ráðiligt at hava so nógv fólk saman, sigur Lions Club

Árligi jólahugnin hjá Lions Club Tórshavn verður ikki í Plantasjuni í Havn fyrsta sunnudag í advent, sum hann plagar, tí Lions vil halda koronutilmælini, ið ikki ráða til, at fólk hittast í hópi

Árligi jólahugnin hjá Lions Club Tórshavn verður ikki í Plantasjuni í Havn fyrsta sunnudag í advent, sum hann plagar, tí Lions vil halda koronutilmælini, ið ikki ráða til, at fólk hittast í hópi

Í ár verður eingin jólahugni í Plantasjuni í Havn, sigur Lions Club Tórshavn, sum í nógv ár hevur skipa fyri tiltakinum, ið plagar at lokka nógvar barnafamiljur og onnur framvið.

Orsøkin er, at tiltakið sampakkar illa við koronutilmælunum sigur Lions Club.

Tað ber illa til at skipa fyri tiltakinum, samstundis sum koronutilmælini gera greitt, at ikki ov nógv fólk skulu savnast, har tað er avmarkað pláss, og tí er avgerð tikin um at avlýsa tiltakið í ár.

– Sum umstøðurnar eru, vænta vit eisini, at fólk skilja okkara varni, tí allarminst vilja vit vera orsøk til, at møgulig koronasmitta breiðir seg, tí fólk hava vitja eitt Lions-tiltak, sigur Lions Club Tórshavn.

– Onkur annar táttur í arbeiði okkara er fyrr í ár eisini blivin ávirkaður av koronutilmælunum, sum vit sjálvsagt vilja halda. Men vit ætla at leggja til brots aftur í nýggja árinum og vóna tá, at umstøðurnar eru broyttar soleiðis, at vit kunnu hava tey tiltøk og veita tann stuðul, vit plaga.

 

Árligi jólahugnin hjá Lions Club Tórshavn verður ikki í Plantasjuni í Havn fyrsta sunnudag í advent, sum hann plagar, tí Lions vil halda koronutilmælini, ið ikki ráða til, at fólk hittast í hópi