Eingin kinverskur stuðul til grønlenska sjálvstøðu

- Kina rekur ein "Eitt-Danmark" politikk, staðfestir kinverskur generalur, Li Quan.

 

 

Grønlendingar skulu ikki venda sær til Kina, um landið vil hava politiskan stuðul til grønlendska sjálvstøðu. Tað er greitt eftir eina vitjan hjá kinverska Verjuakademinum á Verjuakademinum í Keypmannahavn.

Sjálvt um stórveldið hevur víst stóran áhuga fyri at gera íløgur í Grønlandi og ynskir at hava góð sambond við grønlendska heimastýrið, verður kortini gingið stillisliga um hurðarnar, tá ræður um spurningin um grønlendska sjálvstøðu.

Hetta vil Kina eftir øllum at døma eisini halda fast um.

- Vit blanda okkum ikki uppí innanhýsis viðskifti Danmarkar, segði generalurin, Li Quan frá Academy of Military Science í Beijing á ráðstevnu, sum danska Verjuakademiið skipaði fyri.

Grønlendska heimasíðan - www.sermitsiaq.ag - vísir á, at Kina sjálvt er viðbrekið, tá ræður um uppíblanding í innanhýsis viðurskifti, og landið hevur nóg mikið við seg sjálvt, tá ræður um bæði mannarættindi og vald, eitt nú í Tibet og Taiwan.

- So, ynskir tú at hava samstarv við Kina, noyðist tú at viðurkenna "Eitt-Kina" politikkin, skrivar grønlendska heimasíðan í dag.