Eingin kvinna stillar upp fyri Sjálvstýri

Tað hevur ikki eydnast Sjálvstýri at fáa nakra kvinnu at stilla upp

Higartil standa 11 fólk á vallistanum hjá Sjálvstýri, sum fyri løtu síðani legði sína valskrá fram. Men eingin kvinna stillar upp fyri Sjálvstýri hesa ferð - bara menn. 

- Tað hevur verið ein øgiliga stór avbjóðing at fáa kvinnulig valevni. Vit hava roynt at ringt til fleiri kvinnur og heitt á tær um at stilla upp, men tað hevur ikki eydnast, segði Jógvan Skorheim, formaður í Sjálvstýri.

Hann metti ikki, at orsøkin var, at kvinnur ikki kendu seg aftur í politikkinum hjá Sjálvstýri. Her vísti hann á eina veljarakanning, sum vísti, at meginparturin av veljarunum hjá Sjálvstýri eru kvinnur.

Jógvan Skorheim legði aftrat, at øll valevnini ikki eru kunngjørd enn, tí vallistin ikki er heilt klárur enn. Hann segði, at vit leygardagin kunnu rokna við, at onkur nýggj valevni vera á vallistanum. 

Les eisini: Vil lækka blokkin og hava nýggja stjórnarskipan