Eingin nýggjur tilburður av koronu er staðfestur frá kanningunum, ið vórðu gjørdar í gjár, vísa nýggjastu tølini hjá landslæknanum.
Í gjár komu boð frá landslæknanum, ið søgdu, at tveir tilburðir vóru funnir í kanningunum frá leygardegnum, og talið á smittaðum var sostatt komið upp á 13.
Eingin er vorðin frískur síðani vikuskiftið, og tískil er talið á koronusjúkum fólkum í Føroyum framvegis 13.
Samanlagt hava 485 tilburðir av koronu verið í Føroyum, og 472 teirra eru vorðin frísk aftur.
Tilsamans eru gjørdar 146.026 kanningar.
Eingin er innlagdur á Landssjúkrahúsinum við koronusmittu.