Eingin nýggjur tilburður

Ein vorðin frískur

Eingin tilburður av koronu er staðfestur aftrat frá kanningunum í gjár, vísa nýggjastu tølini hjá korona.fo.

Samlaða talið á smittaðum er í dag 15 fólk, og tað er ein færri enn í gjár.

61 fólk sita í løtuni í sóttarhaldi, og av teimum 488 fólkunum, ið hava fingið staðfest sjúkuna, eru 473 teirra vorðin frísk aftur.

Tilsamans eru gjørdar 147.786 kanningar, og tær eru allar greinaðar.

Eingin er í løtuni innlagdur á sjúkrahúsið fyri koronu.