Eingin nýggjur tilburður

Framvegis tvey smittað

Eingin nýggjur smittutilburður varð staðfestur í gjár. Tað vísa nýggjastu tølini hjá Landslæknanum. 

Í gjár vórðu 419 kanningar gjørdar, og allar kanningarnar eru liðugt greinaðar. Í alt eru 166.241 kanningar gjørdar.

Tilsamans hava nú 500 persónar fingið staðfest smittuna í Føroyum. Í alt eru 498 persónar staðfestir frískir aftur, og sostatt eru 2 persónar smittaðir í løtuni.

Eingin er í løtuni innlagdur á Sjúkrahúsverki Føroya í sambandi við coronasmittuna