Fyrstu fetini á nýggjum leiðum

- Vit fara aftur í ár at bjóða borgarunum fleiri nýggj og spennandi tilboð, sigur borgarstjórin í Vágs kommunu.

Hvat hevur tú at siga um árið 2013?

 

- Árið 2013 var fyri Vágs kommunu eitt spennandi ár, har fyrstu fetini vórðu gingin á nýggjar leiðir í Vági. Nýggja býráðið, sum tók við hin 1. januar 2013, er á einum máli um, at tað hevur stóran týdning at arbeiða miðvíst við at fólkið, sum her býr - børn, ung, tilkomin og eldri - skulu hava best gjørligar umstøður at liva og virka her. Hetta hevur eisini merkt árið 2013 í kommunalpolitiskum høpi.

 

Tað sigur Dennis Holm, borgarstjóri í Vágs kommunu.

 

Gevur tú nýggjárslyfti?

 

- Nei, eg gevi ikki nýggjárslyfti.

 

Hevur tú nakað nýggjársynski?

 

- Nýggjársynskið mítt er, at tað skal ganga Vágs kommunu og borgarunum væl eins og øllum føroyingum.

 

Hvussu metir tú útlitini fyri 2014?

 

- Tað liggja stórar avbjóðingar fyri framman komandi árini. Útlitini í Vágs kommunu eru tó hampiliga góð. Kommunalpolitiskt fer árið 2014 eins og undanfarna ár at verða merkt av, at Vágs kommuna fer at bjóða borgarunum fleiri nýggj og spennandi tilboð, og hetta gleða vit okkum til, sigur Dennis Holm, borgarstjóri.