Eingin smitta í skúlanum ella í barnagarðinum

– Men øll skulu kannast um aftur í morgin og hósdagin

Enn er eingin korona-smitta staðfest í barnagarðinum á Norðasta Horni ogí skúlanum á Fløtum.

Tað er úrslitið av teimum fyrstu kanningunum, sum vórðu gjørdar sunnukvøldið.

Kanningarnar vórðu gjørdar eftir at tað varð staðfest, at ein familja hevði fingið koronu og av tí, at tey høvdu havt samband við barnagarðin og skúlan á Fløtum, varð avgjørt at lata barnagarðin aftur, og at kann bæði næmingar og starvsfólk.

Á skúlanum á Fløtum vórðu tað øll starvsfólkini, og allir næmingarnir í ítróttarrásini, sum heldur til í ÍSF húsinum, sum skuldu kannað. Afturat skuldu næmingar í 9.flokki, sum ganga til støddfrøði á Glasi, eisini kannast.

Men úrslitið er, at allar royndirnar vórðu negativar, bæði á Skúlanum á Fløtum og í barnagarðinum.

Familjan hevði eisini samband við Glasir, og har varð avgjørt at kanna allar næmingar, og allar lærarar. Steinbjørn Hardley, rektari, segði fyri løtu síðani, at tey ikki høvdu fingið nøkur úrslit. Hann sigur, at hesa vikuna fáa næmingarnir fjarundirvísing.

Øll tey, sum eru kannað í barnagarðinum, á Glasi, og í Skúlanum á Fløtum, skulu kannast um aftur í morgin, og hósdagin, og ikki fyrrenn úrslitið av teimum royndunum eru negativar, verður vanliga skúlagongdin tikin upp aftur.

##med2##

Bíðirøðin til korona-kanningar á Landssjúkrahúsinum, byrja niðri við Kirkjugarðin á Velbastaðvegnum, og so niðan eftur Heygsvegnum, oman eftir Kinabrekkuni og oman eftir Frælsinum á Eirargarð