Eingin smittaður seinasta samdøgrið

Nú eru 8317 fólk kannaði fyri korona-smittu í Føroyum, og seinastu vikurnar er eingin nýggjur tilburður staðfestur.

 

Tað eru framvegis 187 føroyingar, ið hava fingið staðfest korona-smittuna. Hetta byggir á tilsamans 8317 kanningarúrslit.

- Sostatt er heldur eingin tilburður staðfestur seinasta samdøgrið, upplysir landslæknin, nú seinastu kanningarúrslitini eru tøk.

Í løtuni eru 185 føroyingar staðfestir frískir, eftir at hava fingið staðfest koronasmittuna. Eingin persónur er í løtuni innlagdur á Sjúkrahúsverki Føroya í sambandi við koronasmittuna.