Eingin smittutilburður í gjár

Eingin nýggjur smittutilburður varð staðfestur í gjár. Tað vísa nýggjastu tølini hjá Landslæknanum.

191 kanningar vórðu gjørdar seinasta døgnið, og allar eru liðugt greinaðar. Tilsamans eru gjørdar 236.897 kanningar.

661 persónar hava fingið staðfest smittuna í Føroyum. 657 persónar eru staðfestir frískir aftur. Higartil er ein persónur deyður við koronu í Føroyum.

Í løtuni eru tríggir persónar smittaðir.