Eingin smittutilburður í gjár

Eingin nýggjur smittutilburður varð staðfestur í gjár. Tað vísa nýggjastu tølini hjá Landslæknanum. 

Í gjár vórðu 329 kanningar gjørdar, og allar kanningarnar eru liðugt greinaðar. Í alt eru 153.235 kanningar gjørdar.

Tilsamans hava nú 494 persónar fingið staðfest smittuna í Føroyum. Í alt eru 480 persónar staðfestir frískir aftur, og sostatt eru 14 persónar smittaðir í løtuni.

Eingin er í løtuni innlagdur á Sjúkrahúsverki Føroya í sambandi við coronasmittuna.

Eingin tilburður er staðfestur síðan 27. oktober, tá fýra fólk fingu staðfest sjúkuna. Tey smittaðu komu øll til Føroya um Vága floghavn.