Eingin smittutilburður í gjár

Fýra persónar smittaðir í løtuni

Eingin nýggjur smittutilburður varð staðfestur í gjár. Tað vísa nýggjastu tølini hjá Landslæknanum. 

Í gjár vórðu 256 kanningar gjørdar, og allar kanningarnar eru liðugt greinaðar. Í alt eru 157.945 kanningar gjørdar.

Tilsamans hava nú 497 persónar fingið staðfest smittuna í Føroyum. Í alt eru 493 persónar staðfestir frískir aftur, og sostatt eru 4 persónar smittaðir í løtuni.

Eingin er í løtuni innlagdur á Sjúkrahúsverki Føroya í sambandi við coronasmittuna