Eingin smittutilburður staðfestur í gjár

Eingin nýggjur smittutilburður varð staðfestur í gjár. Tað vísa nýggjastu tølini hjá Landslæknanum.

Í gjár vórðu 234 kanningar gjørdar, og allar kanningarnar eru liðugt greinaðar. Í alt eru 214.876 kanningar gjørdar.

Tilsamans hava nú 649 persónar fingið staðfest smittuna í Føroyum. Í alt eru 642 persónar staðfestir frískir aftur. Higartil er ein persónur deyður við koronu í Føroyum. Sostatt eru seks persónar smittaðir í løtuni.

Eingin persónur er í løtuni innlagdur á Sjúkrahúsverki Føroya í sambandi við koronusmittu.