Eingin snellufiskur á Norðhavinum

Spurningurin er, hvussu stórur áhugin verður fyri snelluútróðri á Norðhavinum í vár, nú líkt er til, at útróðrarfiskur er at fáa víða um.

 

 

 

Bátafiskur á Eiði hevur góðkenda innvigingarskipan og er annars eitt pakkivirki.

Bátafiskur á Eiði hevur góðkenda innvigingarskipan og er annars eitt pakkivirki.

 

Hóast februar nú er farin at halla, hava menn, sum hava ligið fram við á Norðhavinum við snellu, higartil ikki fingið tað heilt stóra. Onkur hevur sagt, at línufiskur og snellufiskur fáast ikki um somu tíð á somu leið. Men, hetta - sum so mangt annað - heldur ikki altíð.

Teir, sum royna við línu norðan fyri, hava framvegis góðan fiskiskap - fyri ikki at siga rættiligan rokfiskiskap. Fyrr í vikuni kom Gordrúgvin aftur av útróðri. Teir høvdu 10.000 pund á 30 línum, sum er ein góður útróðrardagur.

Aðrir bátar, sum fiska við línu norðan fyri, hava eisini havt góðan fiskiskap. Falkurin er ein og Luttur ein annar, men Luttur hevur higartil í ár ikki gjørt so nógvar túrar, kanska einar fimm tilsamans.

Nakrir bátar, sum rógva út av Eiði, selja veiðina ókruvda til Sjógæti á Eiði, sum kryvir fiskin inni á virkinum. Aðrir bátar leggja veiðina upp til Bátafisk, sum hevur góðkenda innvigingarskipan og annars pakkar fisk til útflutnings fyri viðskiftafeløg.

Hans Tóri Kallsoy, sum er ein av arbeiðsformonnunum á Bátafiski á Eiði, heldur ikki, at snellufiskurin á norðhavinum rættiliga er tørnaður til enn. - Bátar hava fingið eini 500 til 1000 pund onkrar dagar, og kanska hevur onkur fingið eini 1500 pund, uttan at eg veit tað við vissu.

Hann heldur tó ikki, at tað nógva hevur verið at fingið við snelluni higartil í februar.

- Eg sá, at onkrir snellubátar komu aftur at landi mánadagin, men tá menn leggja bátarnar við bátaplássini og fara beint til hús, er sjáldan talan um stórar dagar, sigur Hans Tóri Kallsoy.

Tey frægu árini á Norðhavinum plagdu menn at koma úr øðrum bygdum og oyggjum og norður um at leggja seg til várróðurin, og soleiðis var slett ikki óvanligt at síggja bátar úr eitt nú Suðuroynni og Sandoynni á Eiði.

Hans Tóri Kallsoy ivast eisini í, hvussu stórur áhugin fer at verða fyri snelluni á Norðhavinum í ár, nú líkt er til, at útróðrarfiskur er at fáa víða um.

- Tað er kanska onkur bátur komin norður higar at royna eydnuna, men eg haldi ikki, at vit higartil hava sæð hetta í sama mun í ár, sum onkur onnur ár, tá bátarnir kundu vera rættiliga nógvir. Enn er tó so stutt útliðið, at fleiri bátar saktans kunnu koma norður til várróðurin.

- Línuútróðurin hevur verið sera góður. Fara vit nøkur ár aftur, vóru menn nøkulunda nøgdir, um teir fingu góð 100 pund á línuna. Í dag vilja teir helst hava eini 300-400 pund, sigur Hans Tóri Kallsoy brosandi.

##med2##

 

 

Bátafiskur á Eiði hevur góðkenda innvigingarskipan og er annars eitt pakkivirki.

Hans Tóri Kallsoy er ein av arbeiðsformonnunum á Bátafiski á Eiði.