Eingin stórur skaði

Sløkkiliðið i Havn hevur havt úr at gjørt, men tíbetur hevur eingin stórur skaði verið

Hans David Hansen, varasløkkiliðsleiðari, sigur, at teir hava havt nógvar mans úti til arbeiðis í allan dag.

- Tað hava verið nógvir smáir skaðar í allan dag, líka frá tíðliga í morgun og til nú. Men nú er stabiliserað, sigur hann.

Sløkkiliðið í Havn tekur sær av allari kommununi, og Hans David Hansen sigur, at umframt mongu skaðarnar í Havn, so hava teir eisini havt uppgávur á Velbastað og í Kollafirði til dømis.

- Tað hava tíbetur ikki verið nakrir stórir skaðar. Tað mesta er onkur indekningur, eitt vindeyga ella okkurt annað. Fólk eru eisini blivin betur til at ansa eftir leysum lutum. Ikki tí, tað byrjaði við eini takplátu, sum var farin á flog í Hoyvík í morgun, sigur hann.

Fólk frá sløkkiliðnum var úti til arbeiðis til klokkan 2-3 í nátt, og so var friður til einaferð tíðliga í morgun, so farið var út aftur um sjeytíðina sambært varasløkkiliiðsleiðaranum.