Eingin tilburður av corona á sjúkrahúsunum

Í gjár vóru stakroyndir gjørdar av øllum teimum innløgdu sjúklingunum á teimum trimum sjúkrahúsunum, sum fingu antibiotika. Tilsamans 35 sjúklingar vórðu kannaðir og allir vóru negativir.

Talan var um stakroyndir millum tey, ið vóru innløgd í gjár og ongar ætlanir eru um at endurtaka kanningina uttan so, at Landslæknin metir tað vera neyðugt, skrivar Landssjúkrahúsið á heimasíðuni.

– Vit høvdu ongan ítøkiligan illgruna um smittu á teimum trimum sjúkrahúsinum, men tað er sjálvandi gott at fáa tað staðfest. Úrslitini bera eisini boð um, at tey innløgdu fáa bestu verjuna, tá ið vit so vítt gjørligt handfara illgruna um smittu uttanfyri sjúkrahúsini, sigur Shahin Gaini, infektiónsmedisinari á Landssjúkrahúsinum.