Eingin tilburður í gjár

Framvegis 22 fólk smittað

Eingin nýggjur smittutilburður varð staðfestur í gjár. Tað vísa nýggjastu tølini hjá Landslæknanum. 

Í gjár vórðu 247 kanningar gjørdar, og allar kanningarnar eru liðugt greinaðar. Í alt eru 176.667 kanningar gjørdar.

Tilsamans hava nú 528 persónar fingið staðfest smittuna í Føroyum. Í alt eru 506 persónar staðfestir frískir aftur, og sostatt eru 22 persónar smittaðir í løtuni.

Eingin er í løtuni innlagdur á Sjúkrahúsverki Føroya í sambandi við koronusmittuna