Eingin veit hvat nú verður

- Tað er ikki vist, at tað sama fer at henda nú, sum hendi í 2003, sigur Petur Steingrund, fiskifrøðingur.

 

 

 

 

Tað er nógv til av toski, men tað er lítið til av nebbasild, sum toskur etur.

- Nebbasild er týdningarmikil føði hjá toski. Hon heldur í høvuðsheitum til á einum dýpi, sum liggur millum 50 og 150 metrar. Tá nógv er til av nebbasild, heldur toskurin seg fyri tað mesta, har nebbasildin er.

Tað sigur Petur Steingrund, fiskifrøðingur.

Hann vísir á, at tá lítið er til av nebbasild, fer ein størri partur av toskinum úr tí økinum, har nebbasildin annars var. - Tá fer ein partur av toskinum móti landi, og ein annar partur leitar sær longur út.

Fiskifrøðingurin sigur, at tá nógvur toskur er inni við land, kann hetta hava ta avleiðing, at tað verður lítið av smáum toski sum yvirlivir, tí smái fiskurin heldur seg eisini inni við land.

- Av hesi orsøk gerast útlitini fyri toskastovnin verri, enn tey annars høvdu verið, um viðurskiftini vóru vanlig, sigur Petur Steingrund.

Hann vísir á, at vit høvdu eina líknandi støðu við toskinum í 2003.

- Tá fingu vit eina røð av vánaligari tilgongd í fleiri ár – uttan, at eg yvirhøvur skal siga, at tað verður tað sama, sum nú fer at henda. Men, tað eru dømir um, at hetta er hent áður, og at tilgongdin eftir eitt slíkt fyribrigdi er lítil, sigur fiskifrøðingurin.

##med2##

Hesir fiskarnir vórðu veiddir á bryggjuni í Vestmanna herfyri. Mynd: Birgir W. Høgnesen.