Eingin veit hvat tað endar við

Dagurin í dag hevur fingið heitið, super-leygardagurin og eingin torir at spáa um, hvat endin verður

Mynd: KvF

Mynd: KvF

Hetta verður ómetaliga spennandi, og eingin veit, hvat tað endar við.

Tað segði Halla Nolsøe Poulsen, forkvinna í Brexit-bólkinum hjá landsstýrinum, við FM1 í gjár.

Tað er í dag, at bretska Undirhúsið skal taka støðu til avtaluna um Bresxit, sum forsætisráðharrin, Boris Johnson, hevur samráðst seg fram tið við ES myndugleikar, nú í evstu løtu.

Hon sigur, at á mannamunni eru bretar farnir at kalla dagin í dag fyri super-leygardagin, og hetta fyrstu ferð í 37 ár, at Undirhúsið hevur fund ein leygardag - og hon væntar, at hetta verður ein drúgvur dagur

Hon sigur, at tað er rætiliga tætt ímillum partarnar, tí tað, sum verður mett í morgun, er, at tað eru einir 300 limir í Undirhúsinum, sum eru fyri avtaluni og 300 eru ímóti.

Tað merkir, at tað eru nakrir og 30 limir, sum eru í iva, ogsum kunnu fara báðar vegir, so tað er vónleyst at siga.

Men hon er serliga spent upp á eitt broytingaruppskot, sum Undirhúsið eisini skal taka støðu til, og sum kann seta fót fyri ætlanina hjá Johnson um, at Bretland skal fara úr ES tann 31. oktober, um 12 dagar.

Verður avtalan ikki góðtikin, er sannlíkt, at Boris Johnson kemur í ta støðu, at hann verður noyddur at biða ES um at útseta Brexit, hóast hann hevur sagt, at hann vil heldur verða funnin deyður í eini veit, enn at gera tað.

Trýst á pílin undir myndini og hoyr Hallu Nolsøe Poulsen greiða frá

Mynd: KvF