Eingir tilburðir av HUS afturat

– Tvey fólk hava fingið HUS, sum er álvarsom sjúka, sum ofta kemur av smittandi VTEC-bakteriuni. Eitt fimm ára gamalt barn og ein 87 ára gomul kona. Eingir tilburðir eru staðfestir afturat, sigur Lars Fodgaard Møller, landslækni

 

 

Dagstovnurin Miðgarður í Miðvági, har VTEC-bakterian varð staðfest

Dagstovnurin Miðgarður í Miðvági, har VTEC-bakterian varð staðfest

Mánadagin varð dagstovnurin Miðgarður í Miðvági stongdur allan fyrrapartin, tí at alt var vaskað og sprittað. Orsøkin var, at eitt 5 ára barn á stovninum hevði fingið VTEC-bakteriuna og HUS og varð farið akut á Ríkisskjúkrahúsið.

Vága kommuna tók støðuna í álvara, og tí varð dagstovnurin Sóljugarður í Sandavági eisini vaskaður og sprittaður.  

Landslæknin kunnaði foreldur og onnur um VTEC-bakteriuna og HUS, og heitti á tey um at siga frá, um tey upplivdu, at teirra barn hevði sjúkueyðkenni.

– Foreldur vóru røsk at siga frá, og 12 børn, sum gingu á hesum stovninum, komu inn á Landssjúkrahúsið til kanningar, tí tey høvdu diare ella onnur sjúkueyðkenni. Men tíbetur hevði eingin av teimum hesa bakteriuna, sigur Lars Fodgaard Møller, landslækni.


Støðan er betri

– 5 ára gamla barnið fór á Ríkissjúkrahúsið, har ymsar kanningar eru gjørdar. Tað tekur tó einar tvær til tríggjar vikur at fáa svar upp á allar kanningarnar. Sum eg skilji tað, so er støðan betri hjá barninum, sigur landslæknin.

– 87 ára gamla konan varð løgd inn á Landssjúkrahúsið, men støðan er eisini betri hjá henni, skilji eg, sigur landslæknin.

##med2##

Fyrstu ferð HUS er staðfest í Føroyum

Hann vísir á, at tað hava verið 1-7 tilburðir av kolibakteriuni VTEC um árið í Føroyum. Bakterian kann elva til leyst lív, kvalma, spýggju og febur. Nøkur, eini 10%, fáa tað tey nevna HUS, sum millum annað gevur nýrasjúku, sum er álvarsom sjúka, skrivar Heilsufrøðiliga Starvsstovan.

Landslæknin upplýsir, at í september doyðu tvey donsk børn av HUS.

Tað er fyrstu ferð, at HUS er staðfest í Føroyum.

Í flestu londum er VTEC ikki óvanlig at finna, serliga í skarni frá jóturdýrum, tað vil siga neytum, seyði og geitum. Fólk kunnu verða smittað á ymsan hátt, til dømis av kjøti, sum er dálkað við skarni undir fletting, mjólk, sum ikki er hitaviðgjørd, dálkaðum vatni, ella av beinleiðis sambandi við djór. VTEC kann eisini smitta millum fólk.

– Besta fyribyrgingin ímóti VTEC bakteriuni, er at vaska hendurnar ofta og væl, sigur landslæknin.

Smittukelda

Heilsufrøðiliga starvsstovan var á eftirliti í dagstovninum í Miðvági, har fimm ár gamla barnið gongur. Umstøður og mannagongdir fyri matgerð vórðu eftirhugdar og vóru í lagi.

– Enn eru úrslitini av kanningunum av smittuorsøkini ikki klár, og tí ber ikki til enn at siga nakað um, hvør smittukeldan er, sigur Birna Mørkøre, landsdjóralækni.

Dagstovnurin Miðgarður í Miðvági, har VTEC-bakterian varð staðfest

Lars Fodgaard Møller, landslækni