Einir 8.000 føroyingar fáa einki fyri gjaldið til kringvarpið

– Nú vil løgtingskvinna hava at vita hvat Jenis av rana ætlar at gera við tað

Tað eru einir 8.0000 føroyingar, sum er so deyvir, at tað er ringt hjá teimum at fylgja við í føroyskum sjónvarpssendingum. Men kortini skulu teir rinda kringvarpsgjald, akkurát sum øll onnur.

Tað staðfestir Ruth Vang, tingkvinna fyri Framsókn. Og nú spyr hon Jenis av Rana, landsstýrismann í mentamálum, hvat hann ætlar at gera við tað.

Tí spyr hon nú landsstýrismannin um hann ætlar at gera nakað við málið, soleiðis at allar føroyskar sjónvarpssendingar í Kringvarpinum, verða tekstaðar. Og Jenis av Rana skal eisini greiða frá, nær nakað fer at henda á hesum øki.

Ruth Vang vísir á, at ST-sáttmálin um rættindi hjá teimum ið bera brek, er eisini galdandi í Føroyum og sostatt hevur Løgtingið bundið seg til at bøta um umstøðurnar hjá fólki við batar breki.

Í hesum sambandi hevur Megd, sum er felagsskapurin hjá fólki ið bera brek, víst á, at tað er neyðugt at bøta um umstøðurnar hjá tunghoyrdum og deyvum til almenna kunning, so at eisini tey fáa fylgt við tí, sum hendir í okkara samfelag.

– ST-nevndin álegði landsstýrinum at tryggja bæði tunghoyrdum og deyvum, atgongd til allar sendingar hjá Kringvarpinum, sigur Ruth Vang.

Samstundis vísir hon á, at umleið sætti hvør føroyingur hevur eitt hoyribrek, sum ger tað trupult, ella ómøguligt, at fylgja við í føroyskum sjónvarpssendingum, sum ikki eru tekstaðar. Men Hesir 8.000 føroyingarnir skulu kortini rinda kringvarpsgjald, akkurát sum øll onnur.

– Nakað er hent á økinum seinnu árini, tá tað kemur til teknmálstulking, og somuleiðis verða flest allar føroyskar dokumentarsendingar tekstaðar, men enn er tó ikki komið á mál.

Annars hevur Kringvarpið boðað frá, skulu allar sendingar tekstast, er tað neyðugt við fíggjarligari áttan til 1,5 starv afturat.

Eitt úrslit av tí hevði verið, at Dagur og Vika kundi verðið tekstað, tá ið hon varð endursend seinni um kvøldið, sigur tingkvinnan fyri Framsókn.