Einki bendir á at vánaligt sýni er orsøk til ferðsluóhappini

Landsverk metir alla tíðina um støðuna á Landsvegnum við Norðragøtu

 

 

Talið á óhappum á hesum strekkinum er eitt vet hægdi enn aðrastaðni, sigur Jørgen Niclasen, landsstýrismaður

Talið á óhappum á hesum strekkinum er eitt vet hægdi enn aðrastaðni, sigur Jørgen Niclasen, landsstýrismaður

Tað er einki sum bendir á, at tað er vánaligt sýni, sum er orsøkin til tey ferðsluóhapp, sum henda á landsvegnum ígjøgnum Gøtudal. Tað sigur Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í samferðslumálum.

Floksfelagi hansara, Uni Rasmussen, løgtingsmaður úr Gøtu, hevur spurt hann um nøkur ætlan fyriliggur um at bøta um ferðslutrygdina, tí hann sigur, at tað henda nógv óhapp á krossvegunum ímillum landsvegin og vegirnar úr bygdini í Landsvegin.

Jørgen Niclasen sigur, at á vegastrekkinum ímillum rundkoyringina í Gøtudali og Gøtugjógv koyra umleið 6.000 bilar um dagin.

Landsverk hevur greinað tey ferðsluóhapp, ið løgreglan hevur skrásett á hasum vegastrekkinum frá 2014 til 2017. Hesi fýra árini vóru. 11 ferðsluóhapp á hesum strekkinum og í tí eina óhappinum var eisini fólkaskaði.

Annars vóru trý óhapp í sambandi við krossvegin til bygdavegin úr Gøtu og í fimm av óhappunum var bara tann eini bilurin uppi í.

Í ár hava nøkur ferðsluóhapp verið við krossvegirnar, men kanningar hjá Landsverki bendir ikki á, at tað er vánaligt sýni á krossvegnum, sum er orsøkin til óhappini.

Landsstýrismaðurin sigur, at krossvegirnir lúka donsk krøv fyri, hvussu gott sýnið skal vera. Men annars er talið á vanlukkum fyri hvønn kilometur á hesum strekkinum eitt vet yvir miðaltalið fyri allan landsvegin.

– Landsverk upplýsir, at bilverjan fram við landsvegin frá Mortansstovubrekku, sum er vegurin ímillum landsvegin og bygdina við fótbóltsvøllin, og Gøtugjógv verður skift út ella tikin niður. Orsøkin er, at skráin á bilverjuni hevur lutfalsliga lítið hall, og tí er bilverjan óneyðug á einum parti av hesum teini.

– Landsverk kannar við jøvnum millumbilum um fleiri ferðslutrygdartiltøk skula setast í verk við innkoyringarnar til Norðragøtu og um hámarksferðin kanska skal setast niður og so verður støða tikin til so hvørt, hvørji trygdartiltøk skulu setast í verk.

Talið á óhappum á hesum strekkinum er eitt vet hægdi enn aðrastaðni, sigur Jørgen Niclasen, landsstýrismaður