TIÐINDI     SOSIALURIN

Nú er tann stundin ...



Óli Olsen
-----

Nei, vit fara ikki at umrøða stórverk Hans Jacob Debesar professara, sála, við sama heiti, men at siga nøkur orð um deksbát, ið fyllir hundrað, og at royna at seta orð á lítla hugsan hesum viðvíkjandi at seta á stovn motorbátasavn í Føroyum.
Sørvingar eru so mikið at sær komnir, at teir hava sett upp á land motorbát sum eitt minni um farnar tíð­ir, sum varða yvir lívligu motor­bátatíðina í Sørvági. Farið tekur seg eisini óføra væl út, har tað stendur við fót­bóltsvøllin niðri á sand­in­um.
Laurits í Mortansstovu í Havn smíðaði í 1914 sør­vingunum Ole Emilius Olsen, Jacob Zacharias Valdemar Simonsen og Jens Dam deks­bátin Selvík, sum er sløk sjey tons og hevur flata hekku.
Fyri hundrað árum síðani fór motorbáturin av álvara at loysa áttamannafarið av sum høvuðsútróðrarfar. Henda yvirgongdin frá átta­manna­fari til motorbátar er óføra væl lýst í tveimum yrk­ingum, báðar yrktar í 1913: “Áttamannafarið” hjá Mikkj­ali á Ryggi og “Motorar” hjá Hans A. Djurhuus.
Framskygdum skila­monn­um at takka eiga vit fram­vegis deksbátar (slupp­ungar, kalla summi teir) smíðaðir við sluppini sum fyrimynd. Hugtakandi er at síggja teir sigla um summarið, og tú gevur gætur, hvussu væl hesi seglskip, stór og smá, verða røkt. Jú, sanniliga hava hesi gomlu træskip framvegis týdning fyri samleika okkara sum tjóð. Og tað er at fegnast um, at landsins myndugleikar nú veita søguliga flotanum styrk.

Motorbátasavn
Men, men, men. Spakuliga fer burturav. Kring oyggjarnar sært tú spjaddar deksbátar, sum liva sítt stilla lív. Summir rógva út, meðan aðrir hava lagt um til frítíðarvirksemi. Og so eru tað teir, sum ikki tykjast at hava tað so gott, og spurningurin er, um stundin ikki er komin at fáa onkran teirra (møg. fleiri) undir tak á hóskandi staði nær sjónum.
Í hesum sambandi kem­ur tær til hugs stóra virk-sem­ið Liasar í Rættará og Lau­ritsar í Mortansstovu úti í Álakersvík í Havn. Tá ið mest var at gera, flotaðu Elias og menn hansara ein motorbát um mánaðin.
Og nú teir eru farnir at hugsa um, hvussu høvuðs­stað­urin skal síggja út fram­eftir, hevði kanska ikki verið av leið at givið hesum hug­skoti gætur.
Umframt deksførini finst nógv tilfar, sum hoyrir til – smíðiamboð, fiskireiðskapur, myndir og tekningar. At vitja slíkt motorbátasavn hevði givið tær serstaka uppliving – eina ferð aftur í ta tíðina, tá ið lunnar vórðu lagdir undir vælferðarsamfelagið Føroyar.