Stuðul latin 25 verkætlanum um útoyggjamenning

25 umsóknir hava nú fingið játtað stuðul til útoyggjamenning. Hægstu játtanina fær Útoyggjafelagið, sum fær 260.000 krónur. Tilsamans eru latnar 1,1 millión krónur játtaðar í útoyggjastuðli.

Tá ið freistin at søkja stuðul fór hin 1. februar hevði Heilsu- og innlendismálaráðið fingið 31 umsóknir um stuðul til útoyggjamenning fyri tilsamans 4,1 mió. kr. Í fjør komu 26 umsóknir fyri tilsamans 3,7 mió. kr.

Útoyggjastuðulin er í ár 1.100.000 kr. Hesar verkætlanir fingu stuðul.

  • Útoyggjafelagið 260.000 kr.
  • Umvæla høli at fletta í. Hattarvík 25.000 kr.
  • Vakstrarhús til grønmeti og urtir í Hattarvík 50.000 kr.
  • Bakkalon í Hattarvík 30.000 kr.
  • Myndir og staðarnøvn á útoyggj 25.000 kr. til treytirnar eru loknar
  • Cafe/køkur og matarhøli v.m. Garðurin á Stórheygnum í Svínoy 40.000 kr.
  • Bátasavn í Svínoy 35.000 kr. til treytirnar eru loknar
  • Tróndarstova, orku- og aquaponics vakstrarhús í Svínoy 50.000 kr. til treytirnar eru loknar
  • Torvhús í Svínoy 30.000 kr.
  • Upplivingarsetur í Svínoy 30.000 kr.
  • Spælipláss við skýlið/bíðistað til ferðafólk í Svínoy 20.000 kr.
  • Turka skinkur og ostar á Trøllanesi 10.000 kr.
  • Broyta eitt gamalt neytafjós til nýmótans seyða- og sláturhús á Trøllanesi 50.000 kr.
  • Kaffistova í Mikladali 30.000 kr.
  • Ístandsetan av roykstovuni í Uttarstovu í Mikladali (Húsið hjá kópakonuni) 25.000 kr.
  • Fjós og sláturhús í Mykinesi 60.000 kr.
  • Endurbyggja svimjihylin í Mykinesi 25.000 kr.
  • Vernd av lundanum í Lamba í Mykinesi 25.000 kr.
  • Ferðavinnudepil í skúlanum í Mykinesi 50.000 kr.
  • Skúvoyar kommuna og Skúvoyar Bygdarsavn, alment vesi 35.000 kr.
  • Skúvoyar Bygdarsavn, varðveitan av fuglaveiðuútgerð 45.000 kr.
  • Hjá Ingu Ból og biti, Skúvoy 30.000 kr.
  • Mentanardagur í Hesti 20.000 kr.
  • Broyta neytafjós í Hesti til slátur- og seyðahús 30.000 kr.
  • Menning av sterkum løgi úr kolorabi- og majrótum – Dímunargarðurin 70.000 kr.

— Útoyggjarnar eru okkara dýrgripir. Eg upplivi, at alt fleiri fólk - yngri sum eldri - fáa eyguni upp fyri ríkidøminum í bygdalívinum og áhugin at gera átøk til tess at menna útoyggjarnar er vaksandi. Tí hava vit í hesum samgonguskeiðinum økt játtanina við knøppum 400.000 krónum, sigur Sirið Stenberg landsstýriskvinna í viðmerking.

Um útoyggjastuðulin

Endamálið við játtanini er at stuðla tiltøkum sum eru mennandi fyri útoyggjar. Stuðulin kann veitast einstaklingum, virkjum, feløgum, og kommunum.

Ávísar treytir eru fyri at veitast kann stuðul. Útoyggjar sum koma undir hesa skipan eru: Fugloy, Svínoy, Kalsoy, Mykines, Hestur, Koltur, Skúvoy og Stóra Dímun.
Harumframt skal millum annað greiðast frá, hvat endamálið er við einstøku verkætlanini, hvussu hon verður framd í verki, og skal fíggjarætlan eisini fyriliggja.