Einki pláss eftir hjá Atlantic

Verkfallið hjá SAS merkist hjá kappingarneytanum á Føroyarutuni

Vegna verkfall hevur skandinaviska flogfelagið SAS avlýst bæði fráferð og komu til Vága Floghavn í dag. Tað merkir at tey ferðafólk, ið hava keypt ferðaseðlar gjøgnum SAS mugu finna eina aðra loysn og tað merkist hjá kappingarneytanum á Føroyarutuni.

Men um tey ikki longu hava keypt ferðaseðil, sleppa tey neyvan av landinum í dag. Jóhanna á Bergi, stjóri í Atlantic Airways, upplýsir at tey onki eyka flogfar hava at seta inn á rutuna og at einki pláss er eftir umborð á flogfarinum til Keypmannahavnar.

- Frammanundan hava vit rættiliga full flogfør og vit seta ikki nakað eyka inn, tí vit eru fult upptikin av okkara egnu flúgving. Vit arbeiða sum vanligt og um tað er pláss, so sleppa fólk við, men í løtuni er einki pláss. Vit merkja eisini nú, at tað eru fólk, ið ikki sleppa av landinum í dag, sigur Jóhanna á Bergi.

Hóast verkfallið rakar kappingarneytan, so harmast stjórin í Atlantic Airways yvir støðuna, tí tað er ikki gott fyri ferðavinnuna sum heild.

- Hetta er ein keðilig støða hjá vinnuni at vera í. Tað er tað altíð, tá fólk verða føst í Føroyum, tí vit hava eina avbjóðing við manglandi gisting, sigur stjórin.

Í samband við verkfallið hevur føroyska felagið eisini fingið fleiri fyrispurningar um leigu av flogfari frá ferðaskrivstovum, ið hava leigað SAS til charterferðir.

- Har hava vit eisini verið noydd at sagt nei, tí vit hava eingin tøk flogfør, men eru fult upptikin við okkara egna virksemi, sigur Jóhanna á Bergi.