Eisini løgreglan ger seg klára til at skúlarnir byrja aftur

Hesar næstu vikurnar verður løgreglan nógv at síggja við skúlarnar kring landið

Mánadagin byrja skúlarnir aftur og túsundtals børn fara aftur í skúla eftir at hava verið í summarfrí síðani seinast í juni. Av øllum hesum børnunum eru tað ein 700 børn, sum fara í skúla fyri fyrstu ferð.

Í hesum sambandi fer løgreglan at gera nógv burtur úr vera til staðar við skúlarnar at kanna um alt er í lagi hjá teimum, sum koyra børnini í skúla.

Men tað verður ikki bara mánadagin, at løgreglan verður at síggja við skúlarnar, tí tað er eitt átak sum varar í nakrar vikur.

Hesar vikurnar kunnu foreldur, og onnur, sum koyra børn í skúla, sostatt vænta, at síggja løgreglufólk við skúlarnar kring landið.

Løgreglan sigur, at í hesum sambandi kanna tey serliga eftir um børnini í bilinum sita í trygdarbelti, og annar brúka alla ta trygdarútgerð, tey skulu, alt eftir aldrinum.

Eitt, sum løgreglan sær av og á, er, at børnini sita í trygdarbelti, men at tey so hava skúlatasku á rygginum.

Tað er lívshættisligt, tí hendur ein samanstoytur, er einki at verja høvdið og sostatt er munandi vandi fyri koyrilsbresti, ella tí sum verri er.

Tey fara eisini at kanna eftir um bilførararnir sjálvir sita í trygdarbelti, um teir hava koyrikortið við sær, og um nakað er galið við bilinum, brostnar perur, uppslitin dekk, og so víðari.

Annars hevur Ráðið fyri Ferðslutrygd eina heimasíðu, har tey vísa á, hvussu børn í ymsum aldri, skulu sita spent í bili, og hvussu bilførarar annars skulu bera seg at, tá ið børn eru í bilinum. Og har eru eisini viðurskifti, tey fægstu kanska hugsa um.

Tann heimasíðan við teimum góðu ráðunum um børn í bili, er at finna HER