Eisini útlendingar kunnu fáa jørð í Føroyum

– Tað er eingin forðing fyri, at útlendingar fáa jørð at umsita og verða bøndur í Føroyum

Tað er eingin treyt um, at tey, sum fáa festi at røkja frá Búnaðarstovuni, skulu vera føroyingar. Tað staðfestir Hilmar Eliasen, deildarstjóri í Umhvørvis- og vinnumálaráðnum. Løgtingið viðger eitt uppskot frá Tjóðveldi um at nokta útlendingum at keypa hús og jørð í Føroyum, uttan so, at teir lúka ávísar treytir.

Í hesum sambandi hevur Rættarnevndin hjá Løgtinginum spurt Umhvørvis- og vinnumálaráðið um tað ber til hjá útlendingum at fáa festi at røkja, og at verða bóndi í Føroyum.

– Landbúnaðarlóggávan hevur ongar ásetingar um, at tann, sum tekur við einum festi, skal vera føroyingur, sigur Hilmar Høgnni.

Hann sigur, at søkir ein útlendingur um at fáa eitt festi, skal viðkomandi lúka tær vanligu treytirnar, sum øll onnur skulu lúka. Og ein av hesum treytum er, at festarin skal búgva í somu oyggj, sum festi er. Øll, sum lúka tær treytirnar kunnu fáa eitt festi, eisini útlendingar, sigur deildarstjórin.

Men her skal kortini viðmerkjast, at í serstøkum førum kann undantak gevast frá bústaðarskylduni. Í hesum sambandi kann undantak gerast, tá ið tað er so stutt ímillum bústaðin hjá festaranum, ella at ferðasambandið er so gott, at festarin kann røkja festið á nøktandi hátt, hóast hann ikki býr á somu oyggj, sum festi er.

Undantak kann eisini gerast frá bústaðarskylduni um so er, at festarin fer av oynni í arbeiðsørindum, ella í útbúgvingarørindum. Undantak kann eisini gerast um festarin má av oynni í eitt avmarkað tíðarskeið av øðrum persónligum, men í hesum føri skal Búnaðarstovan góðkenna bæði orsøkina og tíðarskeiðið. Samstundis hevur festarin kortini sjálvur ábyrgdina av festinum, og samstundis skal festarin vísa á eitt fólk við neyðugum royndum við landbúnaði, sum skal hava ábyrgdina av festinum, ta tíðina, umsøkjarin er burtur.