Eitt ár og tríggjar mánaðir treytaðan dóm fyri siðamisbrot

Maður fekk í dag dóm fyri at hava gjørt seg inn á fleiri smágentur í árunum 1992 til 1997.

Maðurin, sum í farnu viku var fyri Føroya rætt fyri at hava gjørt seg inn á fýra smágentur, varð í dag dømdur 15 mánaðar fongsulsrevsing.

Fongsulsrevsingin var treytað av, at hann einki revsivert ger komandi tvey árini, umframt at hann ger 200 tímar av samfelagstænastu, og at hann er undir eftirliti hjá Kriminalforsorgini.

Ágangurin gekk fyri seg frá árunum 1992 til 1996, og maðurin varð ákærdur fyri brot á grein 216 stk. 2 sambært grein 224, ið er annað kynsligt samband enn samlega við børn undir 12 ár. Genturnar, ið allar eru vaksnar í dag, vóru millum trý og níggju ár, tá ágangurin gekk fyri seg.

Dómarin vísti á, at maðurin var dømdur fyri málini 1, 2 og 4, men at ákærin hevði ikki nøktandi próvførslu fyri, at í máli nummar trý var talan um annað kynsligt samband enn samlegu, og at málið var sostatt fyrnað, tí tað fall undir blúnisbrot, ið hevur linari revsirammu.

Fyrning av málunum er tengd at revsirammuni fyri lógarbrotið, og tí var triðja málið fyrnað.

Dómarin gjørdi eisini greitt, at talan var ikki um eitt lætt mál at avgreiða, tí fyrningarlóggávan var broytt fleiri ferðir, síðan lógarbrotið var farið fram, og at nógv arbeiði var farið í at kanna, um hvørt málini vóru fyrnað ella ikki.

Ákærin hevði kravt tvey ára treytaleysa fongsulsrevsing, umframt at maðurin skuldi gjalda endurgjald. Verjin hevði kravt frídøming til mannin.

Dómarin kom ikki til nakra greiða niðurstøðu í málinum um endurgjald, men segði, at tað mátti roynast sum borgarligt mál.

Meira er at lesa um málið í Vikuskiftissosialinum frá farna vikuskifti.