Nýggi Klakkur, sum er bygdur í 2010, er eitt av mest framkomnu línuskipum í heiminum, siga tey í Klaksvík. Myndir: Facebook-síðan M/S Klakkur KG 9.

Eitt av mest framkomnu línuskipum til Klaksvíkar

Nýggja skipið hevur best hugsandi umstøður til manningina, har hvør maður hevur egið kamar og egið bað og wc.

Nýggi Klakkur, sum er bygdur í 2010, er eitt av mest framkomnu línuskipum í heiminum, siga tey í Klaksvík. Myndir: Facebook-síðan M/S Klakkur KG 9.

 

Sp/F Undir Klakki hevur í dag undirskrivað endaliga sáttmála um keyp av línuskipinum - Geir II - úr Noregi. Skipið kemur í flotan fyri verandi Klakk.

Á Facebook-síðuni M/S Klakkur KG 9 verður sagt, at nýggi Klakkur, sum er bygdur í 2010, er eitt av mest framkomnu línuskipum í heiminum.

Skipið er 51,3 metrar langt og 12,4 metrar breitt. Møguleikar eru at heilfrysta, men skipið hevur eisini flakaverksmiðju.

- Nýggi Klakkur lastar 370 tons, harav 340 er á plattum. Skipið hevur ”moon pool”, sum merkir, at línan verður drigin upp gjøgnum botnin, mitt inni í skipinum.

##med2##

Á Facebook-síðuni verður lagt aftrat, at nýggja skipið hevur best hugsandi umstøður til manningina, har hvør maður hevur egið kamar og egið bað og wc.

Eisini eru ymiskir hentleikar umborð, sum kunnu brúkast, tá fríløtur eru, og menn stytta sær stundir.

Nýggi Klakkur verður yvirtikin hin 2. januar 2020.

Nýggi Klakkur, sum er bygdur í 2010, er eitt av mest framkomnu línuskipum í heiminum, siga tey í Klaksvík. Myndir: Facebook-síðan M/S Klakkur KG 9.