Eitt barn farið akutt á Ríkissjúkrahúsið við VTEC-bakteriu

Eitt barn, ið hevur gingið á stovninum Miðgarði í Miðvági, fór í seinastu viku akutt á Ríkissjúkrahúsið. Landslæknin, Lars Fodgaard Møller, veit ikki enn, av hvørjum barnið er smittað, men hann biður fólk um at leggja dent á reinføri

Dagstovnurin Miðgarður í Miðvági

Dagstovnurin Miðgarður í Miðvági

– Barnið hevði VTEC-bakteriuna, og nú verður tað kannað nærri á Ríkissjúkrahúsinum. Eg veit ikki, hvussu støðan er hjá barninum í løtuni, sigur Lars Fodgaard Møller. Trý onnur børn á dagstovninum í Miðvági hava havt leyst lív, og tey hava verið á Landssjúkrahúsinum til kanningar. Tey eru tó farin heimaftur. Men um tey merkja nøkur sjúkueyðkenni, so skulu tey siga beinanvegin frá aftur og fara á Landssjúkrahúsið, sigur landslæknin.

Kenna ikki smittukelduna
– Vit vita ikki enn, hvør smittukeldan er. Barnið kann eins væl verða smittað onkra aðrastaðni enn í barnagarðinum, sigur Lars Fodgaard Møller.
Í morgun vórðu dagstovnarnir Miðgarður í Miðvági og Sóljugarður í Sandavági stongdir, tí at har varð gjørt høvuðsreint. Millum annað vórðu leikur og annað sprittað.

– Sjálvt um eingi børn hava havt sjúkueyðkenni í Sóljugarði, hava vit valt at gera høvuðsreint í báðum barnagørðunum. Betur fyrivarin enn eftirsnarin, sigur Eyðdis Hartmann Niclasen, borgarstjóri í Vága kommunu.

Lesið meira í dagsins Sosiali, sum fæst til keyps í sølubúðum kring landið.

Dagstovnurin Miðgarður í Miðvági

Lars Fodgaard Møller, landslækni