Eyðun Eliasen: At vaksa upp á útoyggj

Undir heitinum »At vaksa upp á útoyggj« helt Eyðun Eliasen, sum er bóndi og býr á Trøllanesi, ein áhugaverdan fyrilestur í kirkjukjallaranum í Christianskirkjuni í gjár um uppvøkstur sín í Mikladali.

Orð og myndir: Dávur Winther

Orð og myndir: Dávur Winther

Undir heitinum »At vaksa upp á útoyggj« helt Eyðun Eliasen, sum er bóndi og býr á Trøllanesi, ein áhugaverdan fyrilestur í kirkjukjallaranum í Christianskirkjuni í gjár um uppvøkstur sín í Mikladali.

 

Eyðun er føddur og uppvaksin í Mikladali, men festi sum vaksin ein tveir-markagarð á Nesi, har hann nú býr. Hann hevur eisini seks merkur í Mikladali.

 

Eyðun hugleiddi raðið um eygleiðingar sínar upp gjøgnum tíðirnar og um, hvussu fólkatalið er broytt eftir skiftandi umstøðum. Eisini um at ferðin er kanska ikki eins stór á útoyggj og í meginøkinum. Men hvat skal øll henda ferðin til? Spurdi Eyðun.

 

Tá ið tú býrt á bygd ella útoyggj, skalt tú ofta grundgeva fyri, hví tú býr har, heldur enn um tú býr í meginøkinum, ið verður hildið sum ein sjálvfylgja.

 

Tær ringu tíðirnar merkjast ikki eins væl á útoyggj, eins og tær góðu tíðirnar heldur ikki gera tað – alt er meir javnt og samt á smáplássunum.

 

Í 1925 búðuð 120 fólk í Mikladali, sum man vera um tað mesta, ið hevur búð har. Í dag búgva einans 25 fólk, meðan tað búgva 14 á Trøllanesi.

 

Um Kalsoynna kann kanska sigast, at so hvørt útbyggingin av vegakervi, tunlum og havnarlagnum er framt, er fráflytingin hend tilsvarandi. Og rættilig ferð kom á hesa fráflyting í 2005, tá ið ferjulegan á Syðradali kom. Frá 2005 til í dag er fólkatalið minkað við heili 40,5 prosent.

 

Ein upplýsandi og hugnalig løta í kirkjukjallaranum, sum eisini beyð upp á ein góðan drekkamunn og gott prát. Og Hanus, prestur, dugur eisini at siga frá søgum, so øll sita og flenna.