Eitt grátt vikuskifti í væntu

Men møguliga sær sólin sunnudagin

Seinasta veðurforsøgnin hjá DMI vísir, at vit kunnu vænta okkum eitt grátt vikuskifti, hóast møguleiki er fyri sól sunnudagin.

Fríggjadagur:
Lot til stívt andøvsgul av vestri ella útsynningi, 3 til 10 metrar um sekundið. Skíggjað og í stundum regn. Hitin alt døgnið millum 8 og 11 stig. 


Leygardagur:
Lot til andøvsgul úr suðri, 2 til 6 metrar um sekundið, um kvøldið øtlar hann vindin í andøvsgul upp í ein strúk av norðan, 8 til 13 metrar um sekundið. Mest skíggjað og í stundum regn ella ælingur. Hitin alt døgnið millum 5 og 10 stig.

Sunnudagur:
Andøvsgul upp í ein strúk av norðan, 8 til 13 metrar um sekundið, ið minkar og snarar í ein vestan, 2 til 7 metrar um sekundið. Mest turt og møguliga sær sólin. Um náttina andøvsgul upp í ein strúk av vestri, 8 til 13 metrar um sekundið, við regn. Hitin alt døgnið millum 7 og 10 stig.