Eitt grátt vikuskifti í væntu

Aftaná at tað hevur verið turkur í landinum í fleiri vikur kunnu vit nú vænta eitt sindur vátari veður næstu dagarnar. Tað vísir seinasta veðurforsøgnin hjá danska veðurstovninum DMI.

Fríggjadagur:
Stívt andøvsgul upp í hvassan vind, fyrrapartin eitt skifti strúkur í vindi av landssynningi, 10 til 15 metrar um sekundið. Skíggjað við regn størsta partin av degnum. Um náttina og kvøldið øtlar hann vindin í gul til stívt andøvsgul, 5 til 10 metrar um sekundið. Skíggjað, men sum frálíður minni regn. Hitin alt døgnið millum 8 og 12 stig.

Leygardagur:
Lot til andøvsgul úr suðri ella eystri, 2 til 7 metrar um sekundið. Skiftandi skýloft við einkultum ælum. Hitin um dagin millum 10 og 15 stig. Um náttina umleið 10 stig.

Sunnudagur:
Lítið lot av ymsum ættum, undir 5 metrar um sekundið, men út á kvøldið og náttina gul til stívt andøvsgul, 5 til 10 metrar um sekundið, ið seinni veksur til stívt andøvsgul upp í hvassan vind. 10 til 15 metrar um sekundið. Mest skíggjað og í stundum regn ella æl. Hitin alt døgnið millum 9 og 13 stig.