Eitt grovt álop á Tórshavnar kommunu

Borgarstjórin í Havn er ikki fegin um, at landsstýrið ætlar, at Bústaðir ikki skal hava somu møguleikar at byggja í Havn sum á bygd.

– Løgtingið og landsstýrið eigur at tryggja, at borgarar eru javnt settir kring landið. Við at gera tað upp á henda mátan, so ger man tað nógv verri hjá fólki at búsetast í Havn, sigur Annika Olsen, borgarstjóri í Havn.

Trýstið á pílin undir myndini fyri at hoyra samrøðuan, sum FM1 hevði við Anniku Olsen.