– Eitt herðaklapp til tað føroyska filmsumhvørvið

– Fyrst og fremst síggi eg tað sum eitt herðaklapp til tað føroyska filmsumhvørvið. Og eg síggi tað sum prógv uppá, at tað ber til at gera føroyskar søgur uttan at brúka føroysku náttúruna sum krykkur.

Soleiðis sigur Andrias Høgenni, sum í gjár vann eina Robert virðisløn frá danska Filmsakademiinum fyri Ársins stuttfilm.

– Mest av øllum eri eg takksamur fyri, at eg havi havt so gott filmslið og góðar leikarar við - Mariann Hansen og Sissal Drews Hjaltalin, sum hava borið filmin.

Meira er at lesa í Sosialinum í dag.